Innanlands

Konsert og guðstænasta í gjónni við Gjógv sunnudagin

Ida Lykke Kannuberg verður prestur, og eisini verður tónleikur við Eiðis Ljómfelag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-07 17:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 9. august klokkan 15 verður serstaka konsertin og guðstænastan í gjónni við Gjógv.

Árliga siðvenjan savnar væl av fólki hvørt ár. Í ár verður Ida Lykke Kannuberg prestur.

Um viðrar verður leitað aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minni yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum, skriva fyriskiparar.

Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí. Ofta í ivaveðri.

Tónleikur verður ikki spardur uppá - har Eiðis Ljómfelag aftur leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder