Mentan

Konsert við brasilskum tvímannabólki í Norðurlandahúsinum

Livia Nestrovski & Fred Ferreira fara á pall í Norðurlandahúsinum mánadagin, 29. juni kl. 15 sum partur av Summartónum 2026

2026-06-25 19:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvímannabólkurin er mannaður av sangarinnuni Livia Nestrovski og gittarleikaranum Fred Ferreira, sum seinastu 15 árini hava skapt eitt gott tónleikasamstarv.

Saman geva tey áhoyrarunum eina inniliga og eksperimenterandi konsertuppliving, sum er sett saman av brasilskari sangmentan og nýmótans avantgardiskum úttrykki.

Tónleikurin ferðast millum fólka-, klassiskan og nýmótans eksperimenterandi tónleik, har rødd og gittari spæla saman inniliga og livandi.

Tvímannabólkurin hevur spælt á nógvum ymiskum altjóða festivalum í meira enn 20 ymiskum londum. Tey hava latið útgávuna DUO (2013) úr hondum, samstarvað við orkestur, fingið altjóða heiðurslønir umframt gjørt tónleik til bæði dans og film.

Í Norðurlandahúsinum fara tey at spæla eina serstaka tónleikaskrá við brasilskum og føroyskum sangum samanvavdum í tónleik tvørtur um siðvenjur.

Konsertin er ókeypis.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder