Mentan

Konsert við finsku Mirja Klippel í Miðvági

- Við Alex Jønsson við sína lið tekur hon áhoyraran við inn í eitt organiskt og atmosferiskt univers, har persónligu lívsroyndirnar lata upp fyri psykologiskum dýpdum

2021-08-26 11:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld klokkan 19.30 verður konsert við finsku Mirju Klippel í Listastovuni í Miðvági.

Mirja syngur um kærleika, kríggj og longsul. Um skógir, vøtn og djór. Hon syngur um lívið sum reikfólk, um samhuga og tað at ongantíð rættiliga hoyra heima nakrastaðni. Orð hennara eru ein røð av sterkum kenslum, sum bresta, tá hannara djúpa langtandi rødd og spanski gittari renna saman við falsettini hjá Alex Jønsson og hansara livandi el-gittarspæli.

Við tónleikinum sum heimstað og heimin í bakgarðinum, hevur Mirja seinastu árini verið á konsertferð í m.a. Týsklandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Svøríki og Sveis.

Í 2014 varð hon liðug á Sibelius Akademinum í Finnlandi og á háskúlanum fyri drama og tónleik í Stokkhólmi. Mirja spælir uppá fleiri instrument so sum klaver, gittar og trummu.

Mirja er við á fleiri útgávum, m.a. hjá I think you're awesome, Kristina Issa, Duo Kämmi og síni fyrstu soloútgávu "Lift your lion", sum kom út í 2016. Hendan útgávan gjørdi at hon sama árið varð kosin at vera "Songwriter of the year" við Danish Music Awards Folk, umframt at hon var í uppskoti til virðisløn fyri "Best New Folk Act".

Við nýggjastu útgávuni sum hon gav út fyrr í ár “Slow Coming Alive”, leggur hon enn einaferð afturat sínum fjølbroytta alternativa og poetiska fólkatónleiki, og heldur fram við at víðka mørkini í sangskriving sínari. 

Við Alex Jønsson við sína lið tekur hon áhoyraran við inn í eitt organiskt og atmosferiskt univers, har persónligu lívsroyndirnar lata upp fyri psykologiskum dýpdum, og har intim rúm ganga hond í hond við rá og vill landsløg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder