2019-12-28 11:30
Í kvøld, leygarkvøldið 28. desember, verður konsert í Reinsarínum við Fróða Hansen og bólki.
Eisini koma Bjarki Hansen og Jens Marni Hansen at spæla nøkur løg.
Kvøldið byrjar við Jens Marna Hansen og Bjarka Hansen, ársins sangari 2018, sum fara at framføra nøkur løg hjá Bjarka.
Síðani koma Fróði Hansen og bólkur hansara á pallin at framføra Hola, føroysku útgávuna hjá Fróða, sum kom út í summar, umframt eldri løg hjá honum.
Manningin hjá Fróða telur:
Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen, Torleik Mortensen og Hjørtur Pætursson Háberg.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald