Konsert við Kose Chamber choir úr Estlandi ólavsøkuaftan

Kórið fer at framføra í Christianskirkjuni í annaðkvøld

2022-07-28 00:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið 28. juli - og tað er ólavsøkuaftan, er konsert klokkan 19.30 v/Kose Chamber Choir úr Estlandi í Christianskirkjuni. Kórleiðari er Heli Sepp, og hevur hann verið kórleiðari síðani 12. september 1989, tá kórið varð stovnað.

Kórið hevur verið á fleiri konsertferðum uttanlanda, og hevur luttikið í fleiri kórkappingum í Estlandi, og hevur ligið millum trý tey bestu kórini til hesar kappingar. 

Kórið fer m.a. at framføra Ave Maria eftir Giulio Caccini, Halleluuja eftir Leonard Cohen, umframt verk eftir Bara Grimsdottir og tónasmiðum úr Estlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder