Mentan

Konsert við Siloakórinum mikukvøldið

Mikukvøldið verður boðið til konsert í Siloa, áðrenn farið verður í summarfrí

2026-05-26 10:16 Author image
Innsent
placeholder

Mikukvøldið, 27. mai kl. 20, verður konsert við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði.

Kórið hevur mong ár á baki og er knýtt at samkomuni í Siloa, men umframt fuglfirðingar eru eisini fleiri sangarar úr grannabygdunum, Leirvík og Gøtu, við.

Mikukvøldið verður, eins og vanligt plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert, áðrenn farið verður í summarfrí.

Skráin er fjølbroytt – fyri tað mesta sangir í tí lættara endanum, teir flestu við undirspæli, men eisini onkrir a cappella – og fleiri eru lokalir.
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Ein góður drekkamunnur verður aftaná konsertina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder