Tað var ein kollvelting fyri kristna tónleikin í Føroyum, tá ið brøðurnir Samuelsons í 1975 á fyrsta sinni vitjaðu her. Tað var ikki hent fyrr, at ein kristin útlendskur tónleikabólkur hevði konsertir í Føroyum, ja, tað hevði nokk ongantíð fyrr verið ein kristin konsert í Føroyum.
Samuelsonsbrøðurnir og teirra tónleikarar fyltu ítróttarhøllina á Hálsi á tremur, og tóku øll á bóli við sínum frísku vælklingadi tónum. Sera lívligir persónar á pallinum, og rivu teir áhoyrarnar við. Eftir tað vitjaðu Samuelsons fleiri ferðir í Føroyum.
Nú 49 ár seinni koma The Sound of Samuelsons á vitjan í Føroyum. Hesin bólkur er mannaður við m.a. fyrrverandi tónleikarum hjá Samuelsons. Ein av teimum, trummuspælarin Joakim Sundler, var við í 1975.
The Sound of Samuelsons hava endurskapt teir vælkendu Samuelsonstónarnar og sangirnar, og er tað sum at hoyra Samuelsons, sum teir vóru.
Átta mans mynda bólkin, sum kemur til Føroya at hava konsert í Kelduni í Skálafirði, fríggjakvøldið 4. oktobur.
Tað eru uttan iva mong sum minnast Samuelsons og tí eru áhugað í at hoyra hesar tónleikarar.
Bólkurin hevur haft fleiri væl vitjaðar konsertir í Noregi, Svøríki og Finlandi.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á: keldan.fo. Tað er Eyðun Jacobsen, sum hevur fingið hesa vitjanina í lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald