Í heyst skuldi Eivør Pálsdóttir á konsertferð í Evropa í sambandi við komandi útgávu hennara SEGL.
Eivør skuldi m.a. framføra í Russlandi, Kekkia, Týsklandi, Fraklandi, Stórabretlandi og Póllandi.
Í gjár boðaði hon tó frá á sosialu miðlunum, at konsertferðin mátti útsetast til komandi ár orsakað av støðuni við koronasmittuni.
Eivør skrivar, at toymi hennara bíðaði so leingi sum til bar við at avlýsa ferðina, við vónini um, at konsertferðin kundi verða í ár sum ætlað, men nú er greitt, at hetta ikki ber til.
Fleiri av konsertunum hjá Eivør hava longu fingið nýggja dagfesting, men enn er ógreitt, nær norðurlendsku konsertirnar verða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald