
Í vetur skipaði Tórshavnar kommuna fyri navna- og búmerkjahugskotskapping í sambandi við nýggja musikkskúlan í Vesturbýnum. Tilsamans 170 fólk sendu uppskot inn um navn og/ella búmerki, 291 navnauppskot og 79 búmerkjauppskot. Tey flestu uppskotini vóru um nýtt navn til skúlan, men eisini vóru fleiri uppskot um at varðveita navnið Tórshavnar Musikkskúli.
Ein dómsnevnd varð sett at meta um uppskotini. Í dómsnevndini vóru: Fyri Tórshavnar Musikkskúla: Ólavur Olsen, varaleiðari, Bjarni Berg, lærari og Uni Árting, formaður í musikkskúlanevndini. Fyri Tórshavnar kommunu: Jákup Simonsen, ráðgevi, og Hanna Simonsen, málsviðgeri.
Tilmælið frá dómsnevndini til mentamálanevndina var:
- at varðveita navnið Tórshavnar Musikkskúli
- at varðveita verandi búmerki
- at konserthøllin í skúlanum fær navnið Hátún
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald