
Upprunaliga skuldi enska heimsstjørnan framføra í Høllini á Hálsi 1. juni 2020. Men í apríl í fjør varð konsertin útsett til 26. mai 2021 orsakað av koronu.
Nú er greitt, at hon aftur er útsett.
Eventz management, ið hevur skipað fyri konsertini, boðar í tíðindaskrivi seinnapartin frá, at orsakað av koronu-smittuvandanum, og at tilmælini ikki eru broytt, verður konsertin við James Blunt, ið skuldi verða 26. mai, útsett til 18. september.
Hetta er leygarkvøldið - 26. mai er mikudagur - og harvið gevur tað nýggjar møguleikar, og fyriskiparnir hava avgjørt, at dansur verður í Høllini á Hálsi eftir konsertina.
Møguleikar eru eisini til tey, ið ikki hava møguleika at koma til konsertina í september
- Liggur tað ikki fyri 18. september, ber til at fáa endurrindað atgongumerkið við at senda ein teldupost til [email protected] og upplýsa navn og nummar á atgongumerkinum áðrenn fríggjadagin 14. mai 2021.
Konsertin er útseld, men endurrindað atgongumerki verða sett til sølu dagin eftir, leygardagin 15. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald