Mentan

Konsertin við Ole Børud aftur á skrá

Konsertin, sum upprunaliga var sett á skrá í 2020, verður 7. mai 2022 í Nebo á Toftum

2022-03-22 13:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Konsertin við norska Ole Børud, sum upprunaliga skuldi vera í apríl 2020, er nú endiliga sett aftur á skrá. Konsertin verður leygardagin 7. mei kl. 22 í Nebo á Toftum.

Tað er Gjamma-Live sum skipar fyri konsertini, og fegnast vit um enn eina ferð at gera brúk av framúr góðu hølunum í Nebo og samstarvið við fólkini har rundanum.

Ole Børud er av kendari tónleikara-familju. Pápin, Arnold Børud, er navnframur innan andaliga tónleikaheimin í Noregi, og vaks Ole upp í einari sannari sang-familju. Familjubólkurin Børud-Gjengen – seinni Arnold-B Family – var virkin í 80’unum og 90’unum.

Eftir at Ole Børud byrjaði sína egnu songleið í 90’unum hevur hann roynt seg innan ymsar tónleika-greinar, heilt frá heavy metal til popp. Seinastu árini hevur tónleikur hansara tó mest verið merktur av ”soul” og ”funk”, eins og hann hevur verið ein av forsprákarunum innan endurreisnina av ”west-coast-pop” sjangruni.

Í februar í ár lat Ole Børud útgávuna ”Soul Letter” av hondum, og ber hon brá av ”old-school-soul” við sterkum árini av ”rhythm & blues”.

Konsertin í Nebo er partur av rundferð hansara til frama fyri nýggju útgávuna – men teir kendu góðu gomlu vera eisini at hoyra. Ein konsert við Ole Børud er eitt satt tónleikaupplivilsi av slíkum slag, sum bara kann upplivast ”live”.

Ole ferðast við fullum tónleikabólki við blásarum, og frá fyrsta tónasláttri verður áhoyrarin tikin inn í eitt tónleika-univers, har trupult er at lata føturnar standa í frið. Tískil hava fyrireikarnir bert sett nøkur fá sitipláss til sølu, hetta verður ein konsert sum flest øll vilja uppliva upp á standandi fót!

Hesir tónleikarar manna bólkin hjá Ole Børud á konsert-ferðini: Trummur: Ruben Dalen. Bass: Lars-Erik Dahle. Guitar: Markus Lillehaug Johnsen. Tangentar: Frode Mangen. Trompet: Jens Petter Antonsen. Saksofon: Børge Are Halvorsen. Trombon: Even Kruse Skatrud.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder