Mentan

Konsertir til heiðurs fyri gittarleikaran og tónaskaldið Leo Brouwer

Føroyskir klassiskir gittarleikarar fagna Leo Brouwer við tveimum konsertum

2019-02-11 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum verður høvi at hoyra tónleik eftir heimskenda gittarleikaran og tónaskaldið Leo Brouwer. Hann er millum fremstu nøvnini í klassiska tónleikinum í tjúgindu øld, tónleikur hansara er nógv spældur og væl umtóktur, og nú hann fyllir 80 ár, er tað mestsum ein sjálvfylgja, at úrmælingurin eisini verður fagnaður við eini konsert her á landi.

Tí hava føroyskir klassiskir gittarleikarar sett sær fyri at fagna Leo Brouwer við tveimum konsertum

  • Í Býráðssalinum í Eysturkommunu, leygardagin 2. mars
  • Í Auluni í Finsen, sunnudagin 3. mars

Eggjaður av pápa sínum, ið eisini var tónleikari, byrjaði kubanski Leo Brouwer trettan ára gamal at spæla gittar. Seytjan ára gamal hevði hann sína fyrstu konsert, og samstundis fór hann at skriva tónleik. Leo Brouwer er í stóran mun sjálvlærdur, men hevur eisini gingið á navnframa Juilliard tónlistaháskúlanum í New York. Sum tónaskald fevnir Leo Brouwer víða. Hann hevur skrivað alt frá hugtakandi filmstónleiki til stór orkesturverk - átøk teimum klassisku evropeisku.

Kubansku røtur sínar hevur Leo Braouwer mestsum altíð við inn í tónleikin. Kubanskur tónleikur er ávirkaður av tí suðuramerikanska, og sjálvur sigur Leo Brouwer frá tí stóra árini, sum rytmur og spæl hjá afrikanskum trælum og eftirkomarum teirra á Kuba hava havt á gittarspæl og tónleikaverk hansara. Tað ger tónleikin serliga áhugaverdan at lurta eftir, tí tú kennir teg vera á ferð til fjarskotin og loyndarfull støð.

Leo Brouwer hevur skrivað tónleik og orkesturverk til onnur ljóðføri, men gittarin er høvuðsljóðføri hansara og tað nógva av tónleikinum eisini. Sjálvur gavst Leo Brouwer tó at spæla konsertir fyrst í áttatiárunum, tí hann fekk skaða í ein fingur. Tónleikinum slepti hann tó ikki, men helt fram sum orkesturleiðari og hevur stjórnað mætum orkestrum sum t.d. konsertorkestrinum hjá BBC og filharmoniska orkestrinum í Berlin.

Á konsertini í Finsen vera verk fyri sologittara, gittarduettir og fyri allar gittarleikararnar saman. Á konsertini spæla Maria Olsen, Alvi Joensen, Dávur Birgisson, Hjalti Bogason Støylen, Ragnar Olsen, Bo Isholm og Ólavur Jakobsen. Haraftrat fara gávuríkir næmingar á Tórshavnar musikkskúla at spæla. Tey eru Andrea Kirstina Møller, Hannes Godtfred Dam og Fríði Slættalíð.

- Tórshavnar Musikkskúli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder