Í sambandi við Spæl Føroyskt vikuna kunngerð G! hesa vikuna eitt føroyskt navn um dagin, og sætta navnið, sum legst afturat skránni er Konsørn.
– Her eru nógvir góðir einstaklingar og bólkar í hesum landinum. Men ein hin besti og mest yvirsæddi bólkurin mann vera við teimum báðum, ið rópa seg Konsørn, skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi.
– Við lagnum "Bei" vann Konsørn FMA í 2021 fyri ársins tónlistaverk. Báðir limirnir eru serstakliga dugnaligir og væl útbúnir. Ei undur í at teir eru tveir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum. Hetta eru stjørnur, sum oftast standa aftanfyri stjørnurnar. Mattias Kapnas á ljóðborði og klaveri og Jan Rúni Poulsen á slagverki og trummum — hesin seinni tilnevndur FMA, sum ársins tónleikari 2024.
– Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsørn framførir á G!
Í morgin, sunnudagin, verður enn eitt føroyskt navn kunngjørt. Onnur føroysk nøvn, sum higartil eru kunngjørd, eru Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút, og Eivør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald