Konsørn er nýggj instrumental duo við Mattiasi Kapnas og Jan Rúna Poulsen, sum spælir egnar kompositiónir. Eyðkennið fyri tónleikaverkætlanina er ein leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki.
Mattias og Jan Rúni hava báðir nomið sær útbúgving innan klassiskan tónleik á Det Kongelige Danske Musikkkonservatorium.
”Spin that Ship” er annað útspælið hjá Konsørn, sum verður á komandi plátuni ”1418”.
Lagið byrjar við, at tveir eldri menn hoyrast práta um upplivingar á sjónum. Talan er um samrøður gjørdar við brøðurnar Óla og Petur Georg Poulsen, sum doyðu ávikavist 1989 og 2001.
Lagið er ognað falnum hetjum, so tað tyktist náttúrligt at brúka upptøkur, sum blivu gjørdar á niðaravegi á Skipanesi summarið 1987 við ávíkavíst abba og abbabeiggja Jan Rúna, har hesir báðir sita og práta um fiskiskap og lívið fyrr í tíðini.
Øll løgini, ið verða á plátuni ”1418”, eru komponerað, tilrættisløgd og partvís upptikin á Sofiegården í Christianshavn, har duoin er stovnað og er búðstødd. Meginparturin av plátuni er upptikin í Studio Bloch av Benjamini Petersen og Theodori Kapnas, miksað av Theodori Kapnas og mastrað av George Nerantzis.
Plátan kemur út fyrst í næsta ár og verður útgivin á Tutl.
Bárður Dal Christiansen hevur framleitt sjónbandalagið til ”Spin that Ship”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald