Ein av stóru teknistovunum í Føroyum er teknistovan Kontrast Sp/f, sum heldur til í Havn. Kontrast var stovnað í 2007 av Mayfinn Norðoy, arkitekti og Kára Dal-Christiansen, byggifrøðingini.
Kontrast hevur síðstu 15 árini staðið fyri fleiri stórum arkitekta uppgávunum í Føroyum. Nevnast kunnu t.d. Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Musikkskúlin í Havn, íbúðarbygningurin á Fløtum umframt aðrar byggiverkætlanir av størri og minni slag.
Niðanfyri viðgera vit roknskapin hjá Kontrast Sp/f.
Rakstraroknskapurin
Roknskapurin hjá Kontrast Sp/f vísur at Bruttovinningurin øktist úr 7,3 mió.kr. í 2020 til 11,2 mió.kr. í 2021. Vøksturin í bruttovinninginum í 2021 var 53,9 prosent.
Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir í 2021 vóru 5,3 mió.kr., sum er ein vøkstur á 16 prosent í mun til 2020.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt ebidta, var 5,8 mió.kr., sammett við 2,2 mió.kr. í 2020, sum gevur ein vøkstur á 120 prosent.
Ársúrslitið hjá Kontrast í 2021 var eitt avlop á 4,7 mió.kr. sammett við 1,8 mió.kr. í 2020. Tá hevur landskassin fingið 1 mió.kr. í partafelagsskatti.
Á aðalfundinum hjá Kontrast Sp/f vóru settar 7 mió.kr. av til vinningsbýti til eigararnar.
Fíggjarstøðan
Fíggjarjavnin hjá Kontrast Sp/f var íalt 11,8 mió.kr. í 2021 samanborið við 7,7 mió.kr. í 2021.
Serliga kann síggjast at støðisognirnar eru minkaðar úr 4,4 mio.kr. í 2020 til 1,1 mió.kr. í 2021. Harnæst er áogn frá atknýttum virkjum økt við 5,5 mió.kr. Hetta stavar frá, at Kontrast Holding hevur keypt føstu ognina frá dótturfelagnum Kontrast Sp/f í 2021.
Tøki peningurin hjá Kontrast øktist úr 0,8 mió.kr. í 2020 til 2,6 mió.kr. í 2021.
Kontrast Sp/f er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er økt úr 5,3 mió.kr. í 2020 til 8,5 mió.kr. í 2021. Trygdarevnið er tískil 72 prosent í 2021 sum verður mett at verða gott.
Langfreistaða skuldin er fallin úr 0,7 mió.kr. í 2020 til 0,5 mió.kr. í 2021. Stuttfreistað skuldin er økt úr 1,6 mió.kr. í 2020 til 2,8 mió.kr. í 2021.
Partaeigari í Kontrast Sp/f er Kontrast Holding Sp/f, sum Mayfinn Norðoy og Kári Dal-Christiansen eiga.
Sambært heimasíðuni hjá Kontrast eru 14 fólk í starvi á teknistovuni.
Stjóri í Kontrast Sp/f er Mayfinn Norðoy, arkitektur og Kári Dal-Christiansen, byggifrøðingur er nevndarformaður.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald