Innanlands

Koppingarætlan verður kunngjørd í morgin

Fyrsti partur av ætlanini tekur støði í fyrstu nøgdunum av koppingarevni, sum koma til landið í næstum

2020-12-16 16:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fekk Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, handa eitt fakligt tilmæli, har støða er tikin til, hvussu tilboðið um koppseting fyri covid-19 skal raðfestast.

Fyrrapartin í morgin verður koppingarætlanin hjá landsstýrinum kunngjørd á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum við luttøku av Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, og Tummas í Garða, varastjóra á Sjúkrahúsverkinum umframt landsstýrismanninum sjálvum.

Koppingarætlanin er eitt fakligt tilmæli, har støða er tikin til, hvussu tilboðið um koppseting fyri covic-19 skal raðfestast, hvar koppsetingin skal fara fram, umframt praktisk og skipanarlig viðurskifti í sambandi við koppsetingina.

Koppingarevnini koma til Føroya í avmarkaðum nøgdum. Hetta merkir, at tað ikki er møguligt at bjóða øllum føroyingum koppseting fyri covid-19 í senn. Tí verður koppingarætlanin býtt upp í partar eftir, nær koppingarevnini koma til Føroya.

Koppingarætlanin, sum er handað landsstýrismanninum í dag, er fyrsti partur av koppingarætlanini fyri Føroyar, sum tekur støði í fyrstu nøgdunum av koppingarevni, sum koma til Føroya i næstum.

Í oktober setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk at orða koppingarætlanina fyri Føroyar. Í arbeiðsbólkinum eru viðkomandi fakfólk og myndugleikapersónar.

Hesi manna bólkin: Lars Fodgaard Møller, landslækni (formaður í arbeiðsbólkinum), Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, Lena Lambaa, smittuverjufrøðingur, Djóni S. Joensen, kommunulækni, og fulltrúarnar í Heilsumálaráðnum Katrin Gaard og Irena Nolsø. 

[object Object]
Tummas í Garði, læknastjóri, handaði landsstýrismanninum ætlanina í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder