Uttanlands

Koppingarevnið hjá Moderna fer at kosta millum 157 og 233 krónur

Tað fer at kosta uml. tað sama at koppseta seg móti korona sum móti vanligum beinkrími, sigur amerikanska fyritøkan – Um alt gongur væl, verður evnið helst eisini góðkent í ES áðrenn ársskiftið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-22 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska heilivágsfyritøkan Moderna, sum sigur seg hava funnið eitt koppingarevni móti korona, sum er 94,5 prosent effektivt, avdúkar nú, hvat tað fer at kosta at koppseta seg, tá evnið kemur á marknaðin.

Fyritøkan ætlar at krevja millum 25 og 37 dollarar (millum 157 og 233 í okkara krónum) fyri ein skamt av evninum.

Talan er um uml. sama prís sum fyri eitt koppingarevni móti vanligum beinkrími (millum 10 og 50 dollarar), sigur stjórin hjá Moderna við týska blaðið Welt am Sonntag.

Moderna og ES samráðast í løtuni um veiting av fleiri hundrað túsund skamtum. Sambært Ritzau roynir ES at fáa koppingarevnið fyri undir 25 dollarar per skamt.

Enn er eingin avtala undirskrivað, men Moderna og ES eru næstan komin á mál við einari avtalu, sigur stjórin í fyritøkuni. Ein avtala er væntandi komin í lag um fáar dagar.

Forkvinnan í ES-kommisjóinini, Ursula von der Leyen segði í vikuni, at koppingarevnið hjá Moderna kann verða góðkent áðrenn ársskiftið, um alt gongst sum væntað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder