Innanlands

Koppseta á Giljanesi í næstu viku

Skúlin á Giljanesi verður næsta mikudag karmur um koppsetingarstað. Hetta er eitt nýtt átak hjá kommunum har vestri saman við Sjúkrahúsverkinum

Skúlin á Giljanesi (Mynd: Vága kommuna)

Skúlin á Giljanesi (Mynd: Vága kommuna)

2021-08-06 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin í næstu viku verður skjøtul settur á eina royhndarverkætlan hjá kommunum í Vágum og Sjúkrahúsverkinum. Allir borgarar í Vágum verða tá bjóðaðir at lata seg koppseta móti covid-19 í Skúlanum á Giljanesi.

Í Vágum eru tað annars nógv tey flestu, sum longu hava latið seg koppseta. Heili 80 prosent hava fingið fyrra prikið og 67 seinna prik.

Men kommunurnar siga í tíðindaskrivi, at ynski hjá teimum er at uppbyggja ein lokalan flokkimmunitet ímóti covid-19.

Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett. Tey sum hava fingið fyrsta prikið, og hava fingið tíð til 2. koppseting, men ynskja at verða koppsett í Vágum, hava eisini møguleika fyri tí. Tað er tó sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Tað mugu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik.

Nú kunnu somuleiðis ung millum 12 og 15 ár koppsetast, tó skulu tey sum eru yngri enn 15 ár hava fylgjara við, og barnakonur og kvinnur ið geva bróst, kunnu eisini koppsetast.

Umframt hetta verður støkk inn koppseting eisini. Tað verður millum klokkan 14 og 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder