Innanlands

Koppseta nú bert fyri koronu á apotekunum

Koronukoppsetingarnar, sum hava verið á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi, flyta nú á Tjaldurs Apotek og á Suðuroyar apotek. Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá í dag

Koppsett hevur verið fyri koronu á Norðoya apoteki, Eysturoyar apoteki og partvíst Tjaldurs apoteki seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Koppsett hevur verið fyri koronu á Norðoya apoteki, Eysturoyar apoteki og partvíst Tjaldurs apoteki seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-15 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru ikki so nógv, sum longur koppseta seg fyri koronu - fyri fyrstu vikuna í mars var talið 66 fólk, harav fingu 44 triðja prikið.

Sambært hagtølunum á korona.fo hava 93 prosent av íbúgvunum í Føroyum yvir tólv ár koppsett seg fyri koronu - tvey prosent færri hava tvær koppsetingar. Síðani er eitt stórt glopp niður á talið av teimum, ið hava fingið triðja priki: 20,508 fólk - 45,1 prosent. Tað er tó nakað síðani hesi tølini eru dagførd.

Nú er greitt, at allar koronukoppsetingar av fólki, ið eru fimm ár ella eldri, skuldu fremjast á apotekum. Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá í dag.

Í Klaksvík hevur verið koppsett á apotekinum, ístaðin fyri á sjúkrahúsinum, síðani síðst í 2021, og eisini hevur koppsett fyri koronu á  Eysturoyar apoteki í Runavík.

- Royndirnar eru góðar og samstarvið við Apoteksverkið hevur í allar mátar riggað væl.

Nú verður tað soleiðis, at koronukoppsetingarnar, sum hava verið í Tórshavn og á Tvøroyri, flyta á Tjaldurs Apotek og á Suðuroyar apotek. Koppsetingin fer fram í samstarvi við Sjúkahúsverkið - seinastu tíðina hava børn verið koppsett á Tjaldurs apoteki í slíkum samstarvi.

Koppsett verður fyrstu ferð í  mánadagin 21. mars klokkan 18-20. Fólk skulu enn sum áður bóka tíð til koppseting á korona.fo, skrivar ls.fo.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder