
Starvsfólkini verða tey fyrstu, sum verða koppsett, og boðini eru tey, at búfólk verða koppsett seinni í vikuni.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur givið øllum starvsfólkum tilboðið at lata seg koppseta, og búfólkini fáa nú somu boð.
Tað gongur skjótt at koppseta, og tí verður væntað, at øll á eldraøkinum eru koppsett rættiliga skjótt.
- Okkara eldru á bústovnunum og starvsfólkini hava bíðað spent eftir hesi løtuni. Nú kemur gongd á, og øll kunnu koma aftur til góða og vælkenda gerandisdagin á bústovnunum. Samlað verða 486 starvsfólk koppsett á røktarheimunum, og øll 207 búfólkini fáa bjóðað at verða koppsett, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Tey 207 búfólkini á bústovnunum í Tórshavnar kommunu eru býtt soleiðis millum ymisku heimini:
Boðanesheimið – 64 búfólk
Lágargarður – 48 búfólk
Tjarnargarður – 31 búfólk
Ellishemið – 25 búfólk
Vallalíð – 16 búfólk
oman Hoydalar – 10 búfólk
oman Mattalág – 9 búfólk
Kollafjørður – 7 búfólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald