Ovasti svenski smittuverjuserfrøðingurin, Anders Tegnell heldur, at innferðaravmarkingar fara at vera galdandi í fleiri ár framyvir.
Í Svøríki eru tær flestu koronaavmarkingarnar strikaðar, men enn eru fleiri ferðaavmarkingar galdandi. Eitt nú hava útlendingar uttan fyri ES, Sveis og EBS, ikki loyvi at ferðast inn í landið – tó eru ávís undantøk.
– Eg haldi, mann fer at síggja koppsetingarprógv í sambandi við ferðing leingi. Tað kravið kann vera galdandi í fleiri ár, sigur Anders Tegnell.
74,1 prosent av svensku borgarunum yvir 16 ár eru liðugt koppsettir fyri koronu, vísir uppgerð frá svenska heilsustýrinum.
Í heyst verður eisini møguligt hjá fólki í ávísum bólkum at fáa eitt triðja prik. Hetta verður galdandi fyri fólk á røktarheimi, fólk yvir 80 ár, og fólk við veikari immunverju. Eftir ársskiftið verður hetta tilboðið væntandi eisini galdandi fyri restina av fólkinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald