2021-06-30 15:53
Fólk, sum eru liðugt koppsett móti koronavirus, eru vard móti smittuni í minst 12 mánaðir.
Soleiðis ljóðar metingin hjá danska heilsustýrinum.
- Sundhedsstyrelsen metir alla tíðina, hvussu leinii vit kunnu rokna at vera mótstøðufør eftir koppsetingina móti covid-19. Við støði í nýggjastu granskingini er metingin, at órinið eftir koppseting er galdandi í mist 12 mánaðir, skrivar stýrið í tíðindaskrivi í dag
Danska heilsustýrið skrivar eisini, at kanningar benda á, at tað er ymist hvussu órinið virkar á hvønn einstakan, og tey mæla tí framhaldandi, at øll lata seg koppseta – eisini tey, sum hava verið smittað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald