
30. desember var ein søguligur dagur, tí tá vórðu teir fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri koronavirusið, ið herjaði kring heimin í 2020 og framvegis hevur stóra ávirkan. 120 fólk vórðu koppsett á føroysku sjúkrahúsunum beint fyri nýggjár.
Í gjár varð koppsetingin tikin upp aftur á teimum trimum sjúkrahúsunum. Landssjúkrahúsið boðar frá, at 243 fólk fingu eitt prik, og harvið vóru 363 starvsfólk í føroyska heilsuverkinum koppsett, tá dagurin í gjár var av.
Tað er í fyrstu syftu øll starvsfólk í heilsuverkinum og á eldraøkinum, sum fáa tilboð um at lata seg koppseta fyri koronu. Tá næsta sending við vaksinu kemur – í komandi viku – verður farið undir at koppseta tey eldru á røktarheimunum.
- Hildið verður á at koppseta hesa vikuna til einki koppingarevni er eftir í landinum. Næsta sending við koppingarevni kemur møguliga longu mánadagin.
Les eisini: Nakað fleiri skamtir enn sagt varð frammanundan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald