
Eftir ein støðg varð koppsetingin tikin upp aftur í gjár.
Heimasíða corona.fo skrivar fyrrpartin, at 326 búfólk á ellis- og røktarheimum og sjúklingar í serligum vandabólkum vórðu koppsett. 20 fólk fingu fyrra prikið og 306 fólk fingu seinna prikið.
Nú eru tilsamans 7041 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4211 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og hetta svarar til 7,9 prosent av øllum føroyingum.
2830 føroyingar hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett. Tað svarar til 5,3 prosent av samlaða fólkatalinum.
Eingin koronutilburðir hevur verið staðfestir í Føroyum í yvir tvær vikur. Í gjár vórðu 189 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald