Uttanlands

Koppsett ferðafólk sleppa nú til India

Ferðafólk, sum eru liðugt koppsett fyri koronu og kunnu vísa á nýggja negativa kanning sleppa nú inn í India, sum annars hevur verið stongt fyri ferðandi síðan mars 2020

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-15 16:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í India er talið á nýggjum smittutilburðum nú minkandi, og talið á koppsetingum vaksandi, og og tí hevur landið linkað nøkur av tiltøkunum, sum vórðu sett í verk fyri at minka um smittuspjaðing. Hetta hevur m.a. við sær, at ferðafólk nú aftur sleppa til landið.

India lat nevniliga upp fyri ferðafólkum í dag, men fyribils er hetta bert galdandi fyri tey, sum eru liðugt koppsett.

Ferðandi, sum ynskja at sleppa inn í landið skulu, umframt at vera liðugt koppsett, eisini vísa á negativa koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar. Nógv teirra noyðast eisini at lata seg kanna enn einaferð við komu til landið.

Ferðafólk úr londum, sum hava avtalu við India um viðurkenning av koppsetingarkorti – eitt nú Stórabretland og USA – nýtast tó ikki at lata seg kanna av nýggjum, tá tey koma til India.

Sambært AP er hetta fyrstu ferð, at India loyvir ferðafólki at ferðast til landið við ferðafólkaflogfari síðan mars 2020. Í farna mánað fingu leiguflogfør tó longu atgongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder