Innanlands

Koppsettir borgarar kunnu framhaldandi vitja sjúklingar

Orsakað av smittustøðuni eru avvarðandi varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsinum

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2021-07-14 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittustøðan í Føroyum í løtuni hevur við sær, at avvarðandi eru varin við at vitja innlagdar sjúklingar á sjúkrahúsinum, men Landssjúkrahúsið sigur, at koppsettir borgarar framhaldandi kunnu vitja.

Tó eiga koppsettir borgarar, sum hava verið uttanlands, at bíða eftir úrslitinum frá koronukanningini heimkomudagin, áðrenn vitjað verður á sjúkrahúsinum, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuna.

Í hesum sambandi verður eisini mint á almennu tilmælini um frástøðu og at spritta hendur, meðan vitjað verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder