Sum nakað nýtt ber til hjá føroyingum at fáa danskt og harvið evropeiskt koronupass. Tað er privata kanningarstovan Thetis, sum nú bjóðar føroyingum, ið eru koppsettir við Pfizer/Biontech at greiða koppsetingartilgongdina soleiðis, at til ber at fáa eitt pass, sum er galdandi í Danmark og øllum Evropa.
Thetis hevur í samstarvi við føroyskar og danskar myndugleikar fingið skipað tað soleiðis, at føroyingar, sum eru koppsettir í Føroyum, kunnu fáa nýggja danska koronupassið, sum eisini er galdandi í øllum Evropa.
Fyri øll koppsett
Annarhvør føroyingur er nú koppsettur fyrru ferð og meira enn fjórðihvør seinnu ferð. Tí mangla í løtuni túsundtals føroyingar tað talgilda koronupassið, sum er krav fyri at fáa atgongd til lond úti í heimi. Koronupassið gevur teimum, sum eru koppsett fyrru ferð, galdandi pass eftir 14 dagar í 42 dagar.
Tey, sum eru koppsett seinnu ferð, fáa pass uttan úrgildiskomu.
- Vit eru sera fegin um at kunna geva føroyingum eitt frælsari summar uttanlands. Flestu lond krevja talgilt koronupass, og tí eru vit errin av, at vit eru komin á mál við at kunna geva koppsettum føroyingum frælsi at ferðast við talgildum koronupassið, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis í tíðindaskrivi.
Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis
Føroyskir og danskir myndugleikar hava góðkent tænastuna. Tað er krav av hava danskt CPR-nummar og talgilda samleikan Nemid. Ríkisumboðið stendur fyri hesum.
- Tilgongdin hevur gingið væl. Tað hava verið ógvuliga nógvir partar í hesi verkætlan, ið nú er komin á mál. Vit hava havt sera gott samstarv við føroysku myndugleikarnar, Ríkisumboðið, danska heilsumálaráðið, Statens Serum Institut og Sundhedsdatastyrelsen, sigur Marita Debess Magnussen.
Mannagongdin er, at ein skal skráseta seg á coronapass.fo, og síðan møta upp á skrivstovuni hjá Thetis, har avrit verður tikið av passi og gula koppsetingarskjalinum.
Thetis kann longu nú skráseta PCR-koronukanning í danska koronupassinum.
Tænastan er sera nógv umbiðin, og nú er tilboðið víðkað til eisini at kunna fáa koppsetingina í passið.
Kostnaðurin fyri at fáa eitt koronapass frá Thetis er, sambært heimasíðuni, 250 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald