2021-01-29 17:56

315 føroyingar vórðu í gjár koppsettir móti covid-19. Hetta vóru heilsustarvsfólk, sjúklingar í serligum vandabólkum og avvarðandi.
Samanlagt hava nú 3993 føroyingar fingið fyrsta prikið, svarandi til 7,5 prosent av fólkatalinum. Ein persónur hevur fingið seinna prik.
Heilsumyndugleikarnir siga, at tað nú verður ein steðgur í koppsetingini, meðan bíðað verður eftir nýggjari sending við koppingarevni. Næsta sendingin við koppingarevni kemur væntandi miðskeiðis í næstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald