2021-01-26 11:01

Í gjár vóru tvey koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum í Vágum og í Norðstreymoy. Tað vórðu í alt 169 fólk koppsett. Størsti parturin vóru búfólk á røktarheimum og sambýlum.
Í løtuni hava 3,073 fólk fingið fyrra prik. Ein persónur í Føroyum hevur fingið bæði fyrra og seinna prik, skrivar corona.fo.
Umleið 5,8 prosent av øllum føroyingum hava nú fingið fyrstu koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald