Fotografurin Lee Coutts fangaði í gjár eina sjáldsama hending í náttúruni, tá hann tók myndir av nøkrum mastrahvalum ella bóghvítuhvalum, sum lógu og spældu í sjónum út fyri Sella Ness nærhendis Sullom Voe oljuterminalinum.
Fleiri hvalir sóust spæla sær á vágni, tá ein kópur knappliga fór sendandi gjøgnum luftina.
Lee Coutts, sum arbeiðir á havnaskrivstovuni í Sella Ness greiðir frá fyri shetnews.co.uk, at hann og nakrir starvsfelagar fóru oman á bryggjuna at hyggja at hvalunum. Hvalirnir svumu tætt molanum, og Lee Coutts fór umborð á ein sleipara, sum lá við bryggju, fyri at koma enn tættari hvalirnar
- Eg byrjaði at filma í vón um at síggja hvalirnar svimja tætt framvið, men showið eg fekk var bara heilt ótrúligt, sigur hann.
Bólkar av bóghvítuhvalum hava verið at sæð javnan í Hetlandi hesa seinastu tíðina, skrivar Shetnews.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald