Mentan

Kórfagnaður í Mentanarhúsinum

Leygardagin 11. mai verður konsert við níggju ymiskum kórum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

2024-05-10 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 11. mai klokkan 16 verður konsert verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har til ber at hoyra eina fjølbroytta skrá við níggju ymiskum kórum úr økinum Fuglafjørður, Gøtu og Leirvík.

Økið hevur eina ríka kórtraditiónin, og týðiligt er at kórsangur liggur djúpt í hjartanum hjá fólkunum, ið her býr. Tilsamans 15 kór teljast og av hesum verða níggju til konsertina - bæði barnakór, gospelkór, manskór, sangbólkar og blandað kór, skrivar Fuglafjarðar Sangkór í tíðindaskrivi.

Skipað verður eisini fyri felagskóri, sum Benjamin Gåsedal stendur fyri. Hetta kórið venur fríggjakvøldið klokkan 19 og so aftur leygardagin áðrenn konsertina. Ein av sangunum, sum felagskórið framførir verður saman við barnakóri.

Tiltakið, ið verður kallað Kórfagnaður, er sostatt ein møguleiki hjá øllum kórunum at hittast, at skapa sambond og at gleðast yvir kórsang. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, og til ber eisini at keypa okkurt leskiligt á staðnum.

Tey luttakandi kórini eru Siloakórið, Barnakórið í Siloa, Gentukórið í Fuglafjarðar Skúla, Manskórið í Thabor, Barnakórið í Thabor, Gospelkór hjá Jórun, Vega, Eystanljóð, og Fuglafjarðar Sangkór.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder