Mentan

Kórfestivalurin: Tarira vann aftur í ár

Knút Olsen varð heiðrarur við serligari heiðursløn Ólavi Hátún til minnis

2019-05-11 21:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í ár gjørdist tað kórið Tarira, sum fór við fyrstu virðisløn á Kórfestivalinum í ár.

Kórfestivalurin varð hildin í Løkshøll í Runavík, og eitt serligt við skránni í ár var, at einans norðurlendsk verk vórðu sungin.

Eftir stórbæru konsertina, sum endaði við einum stórum felagskóri undir leiðslu av danska kórleiðaranum, Tine Orth Højgaard, vórðu vinnararnir kosnir. Tarira fekk fyrstu virðisløn. Onnur virðisløn fór til Gøtu kirkju Ungdómskór og triðja virðisløn til Tórshavnar Kamarkór.

Eisini varð ein áskoðaravirðisløn handað, og hon fór eisini til Gøtu kirkju Ungdómskór.

Heiður til Knút Olsen
Sum nakað serligt, fekk tónaskaldið Knút Olsen eina heiðursløn, sum varð latin ídna kórleiðaranum Ólavi Hátún, sum doyði í fjørsummar til minnis.

Tað er Konsertfelagið, sum í samband við fýrati ára stovningardagin hevur latið eina upphædd til Kórsambandi at lata víðari til ein persón.

Ólavur Hátún var við til at stovna Konsertfelagið, var eisini við til at seta Føroya Musikkskúla á stovn, og var eisini ein av stovnarunum av Kórsambandi Føroya.

Grundgevingin fyri at lata Knúti Olsen henda heiður er, at Knút Olsen við sínum tónleiki hevur verið við til at ríka føroyskt tónalív, serliga innan kórtónleikin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder