Tá ið heimsfarsóttin rakti Føroyar í marts mánað bleiv avgjørt, at øll undirvísing hjá Tórshavnar Kvøldskúla skuldi steðga, og tískil eisini kórvenjingin hjá Glymur.
- Tá kom hugskotið, um at byrja at fyrireika upptøkurnar til ein sang, har kórsangararnir sungu røddirnar til sangin inn hvør sær, og harumframt skuldi hvør sangari upptaka eina ‘selfie’ av framførsluni. Hetta skuldi so setast saman til eina felags videoframførslu, greiðir Hans Olivur Joensen, kórleiðari, frá.
- Hugskotið byrjaði at blíva til veruleika og tók verkætlanin veruliga dyk á seg fyrst í mai mánaði, og aftaná ein góðan mánað, vóru allar upptøkurnar upp á pláss.
Glymur fekk Hermann Eliassen til at seta øll hesi 25 videobrotini saman til eitt tónleika-video. Sangurin kallast “Nú er summar” og sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald