2024-09-28 13:32

Í kvøld klokkan 19.30 verður kórkonsert við Kór Guðriðarkirkju úr Íslandi og Kórinum í Christianskirkjuni.
Kórið í Christianskirkjuni leggur fyri við nøkrum sálmum, og síðani framførir Kór Guðriðarkirkju nakrar sangir og sálmar. Konsertin endar við, at bæði kórini í felag framføra tveir sangir saman - ein íslendskan og ein føroyskan, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.
Kórleiðarar eru Arnhildur Valgerðsdóttir og Ólavur F. Johannessen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald