Uttanlands

Kornavtala úr gildi í kvøld

Kornavtalan er longd tríggjar ferðir seinasta árið, men hon kann fara úr gildi í kvøld, um nýggj semja ikki fæst – Sambært ST verður bíðað eftir svari frá Russlandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-17 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kornavtalan, sum seinasta árið hevur tryggjað útflutning av korni úr Ukraina, stendur til at fara úr gildi í dag, um semja ikki fæst um at leingja hana.

Avtalan varð fingin í lag í juli í fjør við hjálp frá ST og Turkalandi fyri at tryggja, at Russland og Ukraina, sum eru millum heimsins størstu kornútflytarar, kunnu útflyta matvørur og forða fyri einari altjóða matvørukreppu.

Fríggjadagin segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at russiski starvsbróðir hansara, Vladimir Putin, hevði játtað at leingja avtaluna, men hetta hevur russiska stjórnin síðani víst aftur. Síðani hevur ikki verið boðað frá nøkrum gjøgnumbroti í samráðingunum.

Kornavtalan er longd tríggjar ferðir seinasta árið, men í oktober tók Russland seg fyribils úr avtaluni, eftir at álop varð framt á fleiri skip á Krim-hálvoynni. Russland fór tó uppí aftur avtaluna fyrst í november.

Russland hevur hótt við at lata kornavtaluna fara úr gildi, tí krøvini hjá Russlandi um at bøta um russiska útflutningin av korni og kunsttøð ikki eru gingin á møti. Eisini vil Russland vera við, at tey fátæku londini ikki hava fingið nóg mikið av korni.

Sambært ST, hevur kornavtalan tó lækkað matvøruprísirnir um allan heimin, og hevur World Food Programme sent uml. 725.000 tons av ukrainskum korni til lond sum Afganistan, Sudan, Etiopia, Kenja, og Jemen. 

Antonio Guterres, aðalskrivari hjá ST, hevur sent Putin eitt bræv, har hann heitti á hann um at játta at leingja avtaluna enn einferð. Bíðað verður enn eftir svari frá Russlandi, skrivar Reuters.

Síðsta farmaskipið setti kós móti Turkalandi úr ukrainska býnum Odesa í gjár. Undir kornavtaluni eru nærum 33 milliónir tons av korni flutt úr Ukraina. Avtalan stendur til at fara úr gildi klokkan 22 í kvøld, á midnátt turkiska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder