Uttanlands

Kornavtalan millum Russland og Ukraina longd

Avtalan var í fyrstu atløgu bert galdandi fram til leygardagin, men nú er hon longd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-11-17 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kornavtalan millum Ukraina og Russland, sum Turkaland og ST fingu í lag í juli, var bert galdandi til og við leygardagin hesa vikuna, men nú er hon longd við 120 døgum, skrivar DR.

Avtalan tryggjar, at Ukraina kann útflyta korn og aðrar matvørur umvegis Svartahavið.

Síðst í oktober tók Russland seg úr avtaluni eftir at hava lagt Ukraina undir at hava framt álop á krígsskip við Krim-hálvoynna. Russland segði seg ikki longur kunna tryggja farmaskipini, sum tóku lut í avtaluni, meðan ukrainar vístu aftur at hava staðið aftanfyri álopið.

Fyrst í november eydnaðist tað tó at fáa Russland uppí aftur avtaluna, eftir at Ukraina hevði lovað ikki at brúka farleiðina, sum var ætlað farmaskipunum, til hernaðarlig endamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder