Uttanlands

Kornavtalan millum Ukraina og Russland longd enn einaferð

Avtalan, sum stóð til at fara úr gildi á midnátt, varð í gjár longd – Sambært Ukraina er talan um 120 dagar, meðan Russland sigur 60

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-19 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð kornavtalan millum Ukraina og Russland, sum hevur til endamáls at tryggja útflutning av korni og øðrum matvørum umvegis Svartahavið, longd.

Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sum var við til at fáa upprunaligu avtaluna í lag í fjør.

Avtalan stóð annars til at fara úr gildi á midnátt sama dag, men tað var væntað, at hon fór at verða longd. Ósemja var tó millum Ukraina og Russland um, hvussu nógvum døgum, avtalan skuldi leingjast við.

Úr Ukraina verður upplýst, at avtalan er longd við 120 døgum, men úr Russlandi verður sagt, at talan bert er um 60 dagar.

Sambært Ritzau sigur Erdogan einki um, hvussu nógvir dagar talan er um.

Í avtaluni er ein áseting, sum ger tað møguligt at leingja avtaluna við í minsta lagi 120 døgum í senn, og hetta varð eisini gjørt í november.

Tað var í juli í fjør, at avtala varð gjørd millum Russland og Ukraina við hjálp frá Turkalandi og ST.

Ukraina og Russland eru millum størstu útflytarar av korni, men fyrstu mánaðirnar av krígnum bar ikki til hjá Ukraina at útflyta korn gjøgnum Svartahavið. Endamálið við avtaluni var, sambært ST, at forða fyri, at milliónir av fólki fara at svølta orsakað av høgu prísunum á breyði, matolju og kunsttøð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder