Uttanlands

Korona aftur funnið á donskum minkagarði

Korona kann spjaða seg frá minki til fólk – tí verða serlig tiltøk set í verk á garðinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-08-26 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danske matvørustýrið hevur funnið koronavirus á enn einum minkagarði í Norðurjútlandi.

Talan er um fimta mingagarðin, har virusið er funnið.

Tilburðurin er staðfestur, tí allir minkagarðar í Danmark javnan skulu senda inn deyðar minkar, so teir kunnu verða kannaðir fyri korona.

Serlig fyriskipan verður nú gjørd fyri henda garðin fyri at avmarka vandan fyri smittu. Ikki er neyðugt at avlíva minkarnar, skrivar Ritzau.

Fólk, sum vitja á garðinum skulu vera í serligari verjuútgerð, og tey skulu fara í bað og vaska øll klæðini eftir vitjanina, upplýsir Matvørustýrið.

Eisini verða serlig krøv sett til innhegningina rundan um garðin, og kravt verður eisini, at minkarnir verða taldir hvønn dag, verður sagt í tíðindaskrivi frá stýrinum.

Sambært nýggjari kanning, kann virusið spjaða seg frá minki til fólk. Tað hevur ein bólkur av granskarum frá Aalborg universiteti og Statens Serum Institutt staðfest fyri stuttum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder