Innanlands

Korona aftur staðfest í Føroyum

Í gjár vórðu tveir tilburðir staðfestir millum ferðandi á Vága floghavn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-08 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hálvaaðru viku hevur eingin koronasmitta verið í Føroyum, men í gjár varð smitta aftur staðfest millum ferðafólk, sum komu til Føroya gjøgnum Vága floghavn.

Tveir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og hetta er sostatt fyrstu ferð í nærum tríggjar vikur, at nýggj smitta er staðfest í Føroyum.

Sostatt er samlaða talið á staðfestum tilburðum í Føroyum nú komið upp á 660, og talið á positivum í løtuni er tvey. 657 teirra eru staðfestir frískir aftur, og ein persónur er deyður við smittuni.

209 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tilsamans eru nú 233.608 kanningar gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder