Uttanlands

Korona avlýst fleiri fráferðir hjá SAS uttanlands

Seinastu dagarnar eru eini 60 fráferðir til og úr Keypmannahavn, Oslo, Stockholm, London og New York avlýstar, av tí at nógv starvsfólk hjá skandinaviska flogfelagnum annaðhvørt eru rakt av koronu ella eru í sóttarhaldi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-22 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur skandinaviska flogfelagið SAS avlýst eini 60 fráferðir til og úr býum sum Keypmannahavn, Oslo, Stockholm, London og New York.

Orsøkin er, at nógv starvsfólk annaðhvørt eru smittað við koronu ella eru farin í sóttarhald.

Týsdagin vórðu 20 fráferðir avlýstar, og í gjár var talið heilt uppi á 40. Fleiri fráferðir eru eisini avlýstar í dag.

John Eckhoff, talsfólk hjá SAS sigur, sambært Ritzau, at hann harmast um, at nøkur ferðafólk ikki sleppa at ferðast á jólum sum ætlað.

– Tað er sera óheppið, og vit eru sera hørm um hetta, men eins og restin av samfelagnum, eru vit rakt av koronu, sigur hann.

Tey, sum skuldu við einum nú avlýstum flogfari hjá SAS, hava fingið boð um hetta, verður sagt. Í fyrsta umfari verður roynt at umbóka ferðafólkini til flogfør hjá øðrum feløgum, men eydnast tað ikki, fáa ferðafólkini endurgjald.

Sambært svenska SVT eru nøkur flogfør eisini avlýst orsakað av tekniskum trupulleikum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder