
Tað var síðst í oktober mánað at koronutølini vóru so høg millum tey yngstu í Norðoyggjum, at dagstovnar, skúlar og onnur frítíðartilboð vóru stongd.
Enn darvar koronastøðan nakað virkseminum í Norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðuni í dag, at tølini eru uppeftirgangandi í økinum, og tí setur hetta aftur dám á dagstovnaøkið, skúlan og frítíðarskúlan.
- Her í Norðoyggjum hevur alment skrásetta smittutalið seinastu tríggjar dagarnar verið íalt 39, sum er væl hægri enn dagarnar frammanundan. Eitt nú hevur smittan rakt 1. flokkar á Skúlatrøð, sum eisini eru partur av frítíðarskúlanum Snjallabjalla. Eisini hava smittutilburðir rakt onkrar stovur á dagstovnum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Í hvørjum einstøkum føri koma boð frá stovnsleiðarum um hvussu farast skal fram, men í fleiri førum merkir hetta, at neyðugt er at fleiri lata seg kanna.
Tá ið smittutilburðir íkoma, verður í fyrsta umfari handlað lokalt í hvørjum einstøkum føri í samráð við Landslæknan, sigur kommunan.
(Savnsmynd: Jens K. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald