Innanlands

Korona er nú staðfest í Norðurkorea

Afturlatna landið er sloppið undan smittuni í yvir tvey ár, sambært almennum upplýsingum

Evsta nevndin í Norðurkorea við Kim Jong-un við borðendan savnað at viðgera álvarsstøðuna (Mynd: EPA)

Evsta nevndin í Norðurkorea við Kim Jong-un við borðendan savnað at viðgera álvarsstøðuna (Mynd: EPA)

2022-05-12 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meira enn tvey ár eftir at koronafarsóttin tók seg upp, váttar Norðurkorea nú fyri fyrstu ferð, at smittutilburðir er staðfestir í landinum. Tað skrivar AFP tíðindastovan.

Almennir miðlar kalla tað eina “álvarsliga tjóðarkreppustøðu” eftir at landið eftir øllum at døma er sloppið undan virussinum í yvir tvey ár.

Norðurkoreanski statsmiðilin KCNA sigur, at royndir frá sjúklingum, ið høvdu fepur í høvuðsstaðnum Pyongyang sunnudagin vísa, at talan kann vera um korona virus av omikron frábrigdinum.

Politisku leiðararnir í landinum, herundir Kim Jong-un, hava hildið kreppufund fyri at viðgera støðuna og hava boðað frá, at tey fara at seta eina eftirlitsskipan í verk. Talan er um neyðstøðu av álvarsligasta slag.

Sambært miðlinum ynskir Kim Jong-un at seta í verk eftirlit við landamørkini og niðursteingingar.

Hann hevur biðið borgarar um at “støðga spjaðingini av hesum óndsinnaða virus við at steingja økir í býum og landspartar kring alt landið”.

Áðrenn í dag hevur ongin fráboðan verið frá almennari síðu um koronatilburðir í Norðurkorea.

Sambært heimsheilsustovninum WHO, framdi Norðurkorea seinast í 2020 13.259 koronakanningar. Ongin teirra vísti smittu.

Eygleiðarar halda, at norðurkoreanska heilsuverkið hevði fingið trupulleikar við at handfara eina umfatandi koronasmittu. Serfrøðingar halda heldur ikki, at landið hevur koppsett nakran av teimum 25 milliónum íbúgvunum í landinum, tí Norðurkorea hevur víst aftur tilboðum um koppsetingarevni frá WHO, Kina og USA.

Reuters skrivar, at Suðurkorea hevur boðið seg til at veita Norðurkorea hjálp við at basa smittuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder