Innanlands

Korona havt neiligar avleiðingar fyri bíðitíðina hjá fólki við parkinson

Áðrenn korona var bíðitíðin tríggjar mánaðir, og í løtuni er hon seks mánaðir, og tað kann als ikki góðtakast, sigur Parkinsonfelagið

2021-05-24 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tiltøk, sum eru sett í verk í samband við koronafarsóttina, hava havt eina neiliga ávirkan á tænastur sum føroyska heilsuverkið veitir fólki við parkinson. Tað sigur Parkinsonfelagið í støðulýsing. 

Felagið fegnast um at neurologiin hevur verið raðfest politiskt í 2020, at parkinsonrehabilitering m.a. varð sett í verk og at eitt nýtt samstarv er komið í lag millum Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, soleiðis at forkanningar verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum og rehabiliteringsuppihald eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi tvær ferðir árliga.

Somuleiðis fegnast felagið um, at neurologiska ambulatoriið er uppraðfest, og at serlæknakonsulentar koma oftari á Landsjúkrahúsið enn áður. Men orsakað av koronu er bíðitíðin nú aftur vaksandi, sigur felagið.

– Áðrenn korona var bíðitíðin komin niður á umleið tríggjar mánaðir sambært Landssjúkrahúsinum, men nú má felagið ásanna, at bíðitíðin tíverri aftur er vaksandi – og er í løtuni umleið seks mánaðir. Sambært samskiftið sum felagið hevur havt við heilsuverkið er orsøkin m.a. tí at flogferðslan hevur verið skerd við nógvum umleggingum og konsulentarnir hava verið her í styttri tíðarskeið hvørja ferð.

At bíðitíðin nú er longd er als ikki nøktandi, sigur Parkinsonfelagið, og er hon til stóran ampa fyri fólk við parkinson og avvarðandi teirra.

Øll støðulýsingin hjá Parkinsonfelagnum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder