2021-11-01 23:08

Tað er serliga í Norðoyggjum og nakað í Eysturoynni, at korona hevur gjørt um seg seinastu dagarnar, men nú sær út til at flestu tilburðirnir verða staðfestir í Suðurstreymoy.
Hetta vísur nýggjur grafikkur hjá heilsumyndugleikunum á corona.fo, sum sigur hvussu nógvir tilburðir eru staðfestir í ymsu økjunum síðstu dagarnar.
Stabbarnir vísa, at tað seinastu dagarnar hevur ligið um tíggju tilburðir í Suðurstreymoy, men eitt ógvusligt lop kom í gjár. 42 av temum 67 tilburðunum í gjár, eru staðfestir í Suðurstreymoy, og bara fimm eru staðfestir í Norðoyggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald