Innanlands

Korona hevur sett ferð á nethandilin

Men vøksturin í nethandlinum megnaði ikki at viga upp fyri lækkandi eftirspurninginum á vanliga postvirkseminum. Úrslitið í 2020 var eitt hall á 2,4 milliónir krónur eftir skatt

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta

2021-05-05 17:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Posta hevur í dag kunngjørt roknskapin fyri 2020. Sølan setti met, og gjørdist 125 milliónir krónur fyri øll feløgini. Samansetingin av søluni broyttist tó munandi. Meðan nethandilin í Føroyum tvífaldaðist, minkaði virksemið innan post og flogfrakt vegna koronu. Dótturfeløgini, PostaLogistics í Danmark og North West Chartering í Føroyum, høvdu jaliga gongd í árinum.

Rakstraryvirskotið fyri 2020 er 8,2 milliónir krónur svarandi til 7 prosent. Tað er lægri enn tey umleið 10 prosentini, sum Posta hevur havt seinastu nógvu árini. Hetta ávirkar úrslitið, sum endaði við einum halli á 2,4 milliónir krónur eftir skatt.

- Árið 2020 var eitt ár við fleiri undantøkum. Starvsfólkunum og okkara miðvísa arbeiði við at menna tænastuna fyri at takka, megnaðu vit at tillaga okkum broyttu umstøðurnar við koronu. Tað var ikki ein dagur, at korona steðgaði virkseminum. Í árinum minkaði talið av brøvum við 11 prosentum, og tá ið handlarnir stongdu, varð tørvurin á lýsingabløðum væl minni.

- Samstundis varð flogferðslan skerd í fleiri tíðarskeiðum, og tað ávirkaði flogfraktina hjá Posta. Korona hevði tí eina avgerandi ávirkan á úrslitið í 2020, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Hóast árið ikki hilnaðist sum upprunaliga ætlað, væntar Posta jaliga gongd komandi árini.

Føroyingar hava nevniliga tikið nethandilin til sín, og fraktøkið væntast framhaldandi at vaksa ikki bert í Føroyum, men eisini á øðrum marknaðum. Tað er ætlanin framhaldandi at styrkja tænasturnar á hesum økjum. Talgilding og sjálvgreiðsluloysnir til privat og vinnu er natúrligur partur av hesum, greiðir Joel frá:

- Nethandilin er tvífaldaður í árínum, tó er talan enn um smáar nøgdir, sammett við aðrar marknaðir. Potentialið er stórt – vit arbeiða miðvíst fram ímóti at viðskiftafólk, bæði privat og vinna, kunnu avgreiða øll síni viðurskifti við Posta talgilt og ómakaleyst.

- Vit fáa jaligar afturmeldingar frá viðskiftafólkum, nú vit hava víðkað netið av avgreiðslum í samstarvi við Magn, eins og nógvar fyritøkur velja talgilda sambinding við okkara farmaskipan. Tað ger bílegging av flutningi munandi lættari, sigur Joel undir Leitinum.

Ársfrágreiðingin hjá Posta sæst her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder