Uttanlands

Korona komið til Grønlands eisini

Ein persónur, ið hevur verið í vandaøki, hevur fingið staðfest smittuna

Kim Kielsen (Mynd: KNR)

Kim Kielsen (Mynd: KNR)

2020-03-16 14:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Grønlandi hava tey í dag staðfest fyrsta tilburðin við koronasmittu.

Tað upplýsti Kim Kielsen, landsstýrisformaður, á tíðindafundi í dag.

- Tað var væntandi. Persónurin hevur verið í einum vandaøki og verið í sóttarhaldi heima síðan heimkomu. Tað er tí ongin vandi fyri, at viðkomandi hevur smittað onnur, sigur Henrik L. Hansen, landslækni, sambært knr.gl.

Smittaði persónurin býr í Nuuk, og skal nú framhaldandi sita í sóttarhaldi heima í 14 dagar afturat.

Umleið 25 fólk eru kannað fyri korona í Grønlandi, og bíða eftir svari í løtuni. Royndirnar verða sendar til Statens Serum Institut í Keypmannahavn, og svarið væntast í morgin.

Landslæknin roknar við at taka 10 royndir í dag, og roknar við, at talið á fólki, ið ynskja at kannast fyri korona verður vaksandi komandi dagarnar.

Frammanundan vóru bert seks persónar kannaðir í Grønlandi. Tey fyrstu trý vórðu kannað 9. mars, tá illgruni var um at ferðandi við flogfarinum, vóru smittað. Talan var um fólk, ið høvdu verið í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder