Uttanlands

Korona rakar flogvinnuna hart

Air France-KLM bjargað fyribils við ovurstórum upphæddum frá fronsku og niðurlendsku stjórnunum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-09-14 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Koronafarsóttin hevur rakt flogvinnuna hart, og hetta er eisini galdandi fyri samstarvsfelagan hjá Atlantsflog, stóra fransk-niðurlendska flogfelagið Air France-KLM.

Wopke Hoekstra, sum er fíggjarmálaráðharri í Niðurlondum, segði gjár, at tað ikki er vist, at flogfelagið yvirlivir koronafarsóttina, skrivar Reuters.

- Tey mugu gera okkurt við útreiðslurnar, sum tingini eru í løtuni. Um støðan heldur á fram langt inn í næsta ár, so mugu tey skerja munandi meira, segði Wopke Hoekstra.

Nærmasta framtíðin hjá flogfelagnum varð bjargað, tá fronsku og niðurlendsku stjórnirnar komu við eini hjálpandi hond. Londini eiga 14 prosent hvørt av Air France-KLM.

Stjórnirnar góvu flogfelagnum lán og veðhald fyri umleið 10,4 milliardir evrur, svarandi til yvir 77 milliardir í okkara pengum.

Tað hevur hjálpt Air France-KLM at koma í gjøgnum kreppuna higartil, skrivar Reuters.

Eftir at hava fingið hjálpina, hevur niðurlendski parturin av felagnum, KLM, lovað at skerja munandi um útreiðslurnar. Talan er eitt nú um at spara 1.500 starvsfólk burtur, svarandi til 20 prosent av samlaðu arbeiðsstyrkini.

Franski parturin, Air France, ætlar at senda 6.500 fólk heim fram móti 2022. Hetta svarar til 16 prosent av arbeiðsstyrkini.

Sambært niðurlendska fíggjarmálaráðharranum verður helst neyðugt at skerja enn meira, um so er at stjórnirnar skulu koma við meira hjálp.

Air France-KLM segði í farna mánað, at felagið missir 10 milliónir evrur – knapt 75 milliónir krónur – um dagin orsaka av koronakreppuni.

Úrslitið fyrra hálvári í ár var eitt hall á 32,8 milliardir krónur.

Talið á ferðafólkum fall við 62 prosentum í tíðarskeiðinum. Serliga illani stóð til í apríl, mai og juni, tá ferðafólkatalið fall við 95 prosentum, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder