2020-07-24 17:22
Ein persónur á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn hevur fingið staðfest koronasmittuna.
Tað váttaði Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, fyri Útvarpinum fyri løtu síðani.
Talan er um ein avvarðandi hjá einum sjúklingi á hotellinum. Viðkomandi varð kannaður fyrradagin, og í dag kom positiva úslitið. Ógreitt er, hvar viðkomandi er vorðin smittaður.
Persónurin er nú avbyrgdur á hotellinum, og øll verða kannað fyri smittu í dag. Úrslitið av kanningunum væntast í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald