Í gjár mátti nýggi svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson avlýsa eina almenna vitjan í týska høvuðsstaðnum Berlin, eftir at ein persónur í ferðalag hennara fekk staðfest koronu.
Sambært Ritzau er svenski forsætisráðharrin higartil staðfest negativ eftir kanning, men hon verður avbyrgd, inntil ein nýggj kanning hevur staðfest, um hon hevur koronu ella ikki.
Eftir ætlan skuldi Magdalena Andersson hitta Olaf Scholz, sum júst er vorðin nýggjur samveldiskanslari í Týsklandi. Bæði eru sosialdemokratar og nýggj í teirra embæti. Eisini var tað ætlanin, at svenski forsætisráðharrin skuldi halda eina røðu á landsfundinum hjá týska sosialdemokratiska flokkinum SPD um vikuskiftið, umframt at hon skuldi verið á fundi við nýggju formonnunum í flokkinum.
Fríggjadagin var svenski forsætisráðharrin í Brússel, har hon m.a. hitti ES-forsetan Charles Michel og ES-nevndarforkvinnuna Ursula von der Leyen. Verður Magdalena Andersson staðfest negativ við nýggjari kanning, fer hon eftir ætlan aftur til Brússel mikudagin, har toppfundur verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald