Uttanlands

Korona: Talið á deyðum nærkast milliónini

Rakar væntandi milliónina seinni í hesum mánaðinum

Í New Dehli í India er ein serligur gravstaður fyri deyð við koronavirus (Mynd: EPA)

Í New Dehli í India er ein serligur gravstaður fyri deyð við koronavirus (Mynd: EPA)

2020-09-10 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið á fólkum, sum eru deyð við koronasmittu, nærkast nú milliónini. Ritzau skrivar, at tað á heimsstøði nú er farið upp um 900.000. Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá John Hopkins universitetinum.

Talið hevur verið støðugt vaksandi hesar seinastu mánaðirnar. Tað gingu 18 dagar frá 600.000 til 700.000, 17 dagar frá 700.000 til 800.000 og 19 dagar frá 800.000 til 900.000.

Heldur henda gongdin fram, fer talið upp um milliónina einaferð móti endanum av hesum mánaðinum.

Reuters skrivar, at tað nú doyggja 5.600 fólk um dagin við covid-19.

USA er framvegis landið við flest deyðum og smittaðum. Her hava 190.649 fólk latið lív við koronasmittu, meðan talið á smittaðum er 6.356.310.

Síðan kemur Brasil við 127.464 deyðum við koronasmittu og so India við 73.890, og harvið er onkið, sum bendir á at tað ringasta er yvirstaðið í landinum við 1,35 milliardum íbúgvum, skrivar Ritzau.

Í gjár lótu tey uppaftur fyri skeinki- og matstovum fleiri staðni í India, men talið av smittaðum økist samstundis skjótari enn nakra aðra staðni í heiminum. Og talið av deyðum hevur seinastu vikurnar verið oman fyri túsund um dagin.

Í mun til fólkatalið eru tað tó onnur lond, ið hava verið nógv harðari rakt av farsóttini.

Sambært hagtølunum hjá Worldometers.info er Peru – tá sæð verður burtur frá pinkulandinum San Marino – tað landið, ið hevur flest deyð pr. íbúgva. Í Peru eru 91,5 koronasmittað pr. 100.000 íbúgvar.

Síðan kemur ein røð av evropeiskum londum, so sum Belgia, Andorra, Spania og Bretland.

Uppteljingin hjá John Hopkins University umfatar bert tey smittu- og deyðatøl, ið eru váttað frá heilsumyndugleikanum í landinum ella frá aðrari álítandi keldu. Talan kann tí vera um stór myrkatøl.

Tað er harumframt munur á, hvussu tey ymisku londini testa fyri virusið og hvussu deyðatølini verða gjørd upp, skrivar Ritzau.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder